Kommunumenninir, sum reinsa Hoyvíkstjørn, koma fram á eina beinagrind, sum ein C-14 tíðarfesting vísir er um túsund ára gomul.Men so verður Hannis Martinsson ringdur upp av einum sandingi, sum sigur, at tann deyði er beiggi hansara, ið hvarv í 1961. Frá hesum degi verður Hannis fløktur inn í eina røð av hendingum, sum hava træðrir aftur til skotska trolaran Red Crusader og hernaðarstøðina í Mjørkadali.