Tær apokrýfisku bøkurnar ella mishalgibøkurnar: Tobits bók; Juditar bók; Lagt aftur at Esterar bók; Vísdómur Sálomons; Sírakur; Báruks bók; Brævið frá Jeremia; Lagt aftur at Dánjals bók; Fyrra Makkabearabók; Onnur Makkabearabók; Bønin hjá Manasse.
Henda týðinging er gjørd eftir vísindaligari útgávu av Septuaginta, sum Týskarin Alfred Rahlfs legði til rættis. Fyrsta útgávan kom í 1935. Til hjálpar havi eg eisini havt ta latínsku bíbliuna Vulgata og viðvíkjandi støðum og nøvnum, bíbliuávísingum, tiltøkum og øðrum hevur sjálvandi verið samamborið við tær føroysku bíbliutýðingarnar. Spurt kann verða, um ein tílík týðing er fyri neyðini ella hevur nakran týdning í dag, men tað skerst ikki burtur, at tær apokrýfisku bøkurnar eru ein tátturin í føroyska mentanararvi okkara, og Føroyingar hava mett tær líka so høgt sum hinar bøkurnar í bíbliuni. Teir dugdu at taka til tað, sum t.d. Sírakur segði, vóru hugtiknir av søgunum um kappabrøgd Makkabeara, kendu søguna um Súsonnu frá Susonnuvísu, sum var ein vældámd brúðarvísa – og so framvegis.