Jump to ratings and reviews
Rate this book

Nivlheimur

Rate this book
Nivlheimur er ein Hannis Martinsson krimi

Nivlheimur leggur fyri á Jan Mayen í 1938. Gott 80 ár seinni fær Hannis Martinsson álagt uppgávuna at finna eitt loyniligt handrit, sum skal vera komið úr Íslandi til Føroya í miðøld. Hannis hevur lítið at halda um, og sterkar kreftir gera alt fyri hindra, at hann skal røkka sín setning.

Hannis Martinsson hevur høvuðsleiklutin í Nivlheimur, men William Hammer ger nú og tá vart við seg.

268 pages, Paperback

Published January 1, 2021

2 people want to read

About the author

Jógvan Isaksen

53 books21 followers

Ratings & Reviews

What do you think?
Rate this book

Friends & Following

Create a free account to discover what your friends think of this book!

Community Reviews

5 stars
1 (12%)
4 stars
3 (37%)
3 stars
1 (12%)
2 stars
1 (12%)
1 star
2 (25%)
Displaying 1 - 2 of 2 reviews
Profile Image for Petur Hansen.
1 review
January 4, 2022
Aftur ein spennandi bók frá Jógvan Isaksen. Sjálvt um tađ søguliga er íspunni skapar tađ tær bestu søgunar hjá honum.
Profile Image for J.
24 reviews
March 14, 2022
Nilvheimur byrjar við einum spenningsbraki á oynni Jan Mayen í fyrsta kapittuli. Tað teknaði gott.
Næstu síðurnar eru áhugaverdar og stuttligar, søgan byrjar at taka skap og ein er í kendum umhvørvi í Havnini og fleiri av fólkunum í bókini verða lýst.

Kundi hugsa mær at fornemmilsi av, at vera saman við Hannisi á uppdagingarferð, var meira týðiligt. Hevði ynskt fleiri ábendingar (clues) um hvat kanska fór at henda. Men um hetta eru meiningarnar ivaleyst ymiskar.

Romantiska ástarsambandið í bókini kemur í so knappliga inn í myndina. Bókin er stutt og skjóttlisin, og til ber kanska ikki, at lýsa tingini so væl.

Viðvíkjandi søguligu elementunum í bókini, minnir bókin um Dan Brownsa 'Da Vinci Code', í tí, at hon tekur søgulig fakta og blandar tey við fiktión.
Tónin mótvegis kristindóminum og katólsku kirkjuni er heldur negativur. Vælkenda mytan, um eina miðaldarkirkju við illvilja móti objektivari vitan, verður eisini hildin á lívi í bókini.

Eitt dømi um mótviljan móti kristindóminum er síðst í bókini:

– Er maðurin rættsiktaður?
– Eru mong av teimum víðgongdu trúgvandi rættsiktað? spurdi William afturímóti. Eg veit tað ikki. Hesin skal undir øllum umstøðum til sálarfrøðing".

Her verður ein mistanki víðkaður til ein størri hóp av fólkum. Hvørji hesi "víðgongdu kristnu" eru, fáa vit ikki at vita, tí er frítt slag hjá lesaranum at hugsa sítt.
Minnir tíverri um marxistisku/kommunistisku tankagongdina í fyrrverandi Sovjet og núverandi Kina, sum júst uppfatar kristin, sum eina samfelagshóttan og tí klár til at verða send á sálarligar deplar til tvungna viðgerð. Ella í arbeiðslegu í Sibiria. Milliónir blivu kryplar og dripin á hendan hátt – bara tí tey vóru kristin.

Kanska eitt í so negativt ummælið. Minnist í hvussu er við gleði aftur á fyrstu krimibókina hjá Isaksen "Blíð er summarnátt á Føroya landi". Hon er nokk tann besta eg havi lisið av høvundanum.
Displaying 1 - 2 of 2 reviews

Can't find what you're looking for?

Get help and learn more about the design.